Sjálvt lógaruppskotið fevnir um 74,4 milliónir krónur til fýra nýggjar høvuðsmotorar og ísetan. Motorarnir skulu skiftast, tá Smyril fer í dokk í 2028, men mugu bíleggjast nú, tí útveganartíðin er long.
Fíggjarnevndin vísir samstundis á, at tað er trupult at finna eitt nøktandi avloysaraskip. Tí verður longu arbeitt við at finna eitt skip, sum kann røkja siglingina, meðan Smyril er í dokk.
Strandferðslan metir, at íløgurnar leingja lívstíðina hjá Smyrli við 10–15 árum og minka um oljunýtslu og viðlíkahaldskostnað.
Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum.