info
Ongi úrslit

Russiskur skipari dømdur fyri kaðalbrot í Eystursjónum

Skiparin er dømdur í fongsul trý ár og seks mánaðir og matrósurin, sum eru úr Aserbadjan, er dømdur tvey ár og tíggju mánaðir

Skipið Fitburg í havn í Finnlandi í januar
Vilmund Jacobsen
5. november 2026 kl. 09:36

Russiski skiparin og ein matrósur á handilsskipinum Fitburg eru í finskum rætti í Helsinki dømdir í fongsul fyri herverk eftir at hava slept akkerinum og gjørt skaða á tveir telefonkaðlar í Eystursjónum.

Tað var hin 31. desember í 2025, at tveir kaðlar vórðu oyðilagdir. Sagt verður, at skipið dró eitt oyðilagt akker eftir havbotninum í minsta lagi 13 fjórðingar.

Hetta hendi búskaparligum øki hjá Estlandi.

Skiparin er dømdur í fongsul trý ár og seks mánaðir og matrósurin, sum eru úr Aserbadjan, er dømdur tvey ár og tíggju mánaðir.

Handilsskipið Fitburg var á veg úr Russlandi til Ísraels, tá hendingin fór fram, og tað vóru finsku myndugleikarnir, sum løgdu hald á skipið.

Sambært tv2.no siga teir dømdu seg ikki hava gjørt nakað skeivt og halda, at tað er kki Finnland, sum hevur løgfrøðiligu rættindini í málinum.

Dømdu menninir eru skiparin og russarin, Andrei Maksimenko og matrósurin úr Aserbadjan, Vusal Majidov, og tað vóru telefonkaðlar millum Helsinki og Tallinn í Estlandi, sum vórðu slitnir.

Fitburg var á veg úr St. Pætursborg í Russlandi til Haifa í Ísrael.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

10 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landbúnaðarøki við Norð­skála kann ger­ast neysta­øki

6 minuttir síðan
Tíðindi

Leita eftir nýggj­um leið­ara til eldra­tæn­astu við 100 árs­verkum

47 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðið við Smyrli mett at kosta útvið 200 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Prutl mált til 82 kilometrar um tíman í Havn

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tríggir úr NSÍ eru tilnevndir til besta leikaran í september og oktober

3 tímar síðan
Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

9 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

9 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

9 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

10 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

10 tímar síðan