info
Ongi úrslit

Hava slept ætlanini at byggja íbúðir

info
Áki Bertholdsen
30. desember 2018 kl. 11:46
 Partafelagið, Heimbýli, hevur nú slept ætlanini um at fara undir íbúðarbygging, og samstundis er felagið avtikið. Tað sigur Betri í eini fráboðan nú á miðdegi. Felagið Heimbýli var eitt samstarv ímillum Betri, partafelagið Elvi, smápartafelagið Árna Jakobsen og smápartafelagið SN, og endamálið var at byggja leiguíbúðir. Men nevndin í Betri heldur nú, at fortreytirnar at fara undir at byggja leiguíbúðir eru broyttar. –Kapitalkrøvini frá Fíggjareftirlitinum til SIFI fíggjarfyritøkur, sum eru fíggjarstovnar við serliga stórum samfelagstýdningi, økjast munandi hesi næstu árini. Samstundis verður kravið frá føroyska Váðaráðnum til fíggjarliga trygd, hert enn meira næsta ár, og í 2020. Harafturat má staðfestast, at hákonjunkturur er í Føroyum, staðfestir Betri. Tey siga, tí er tað torført at fáa inntøkur av leigu at standa mát við byggi- og fíggjarkostnaðir. Nevndin í Betri hevur tí endurskoðað ætlanirnar við Heimbýli og niðurstøðan er, at hugsast má fyrst og fremst um fíggjarligu krøv frá Váðaráðnum og Fíggjareftirlitinum. Ætlaninar at byggja leiguíbúðir eru tískil sleptar, og partaeigararnir í Heimbýli hava samstundis gjørt av at avtaka felagið. – Høvuðsendamálið hjá Betri, sum móðurfelag í Betri samtakinum, er fyrst og fremst at tryggja, at dótturfeløgini, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Banki, verða rikin skynsamt og trygt, og at kapitalgrundarlagið hjá dótturfeløgunum altíð væl og virðiliga lúka lógarásettu krøvini, sigur Betri. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

4 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

24 minuttir síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

39 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

54 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

1 tími síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

1 tími síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

2 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

2 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

3 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

4 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

4 tímar síðan