info
Ongi úrslit

Heldur ikki at pensjónistar skuldi fáa gjald longur

Landsstýriskvinnan í almannálum helt ikki at pensjónistarnir skuldu halda fram í korona-skipanini hjá Als

Áki Bertholdsen
29. juni 2020 kl. 15:29
Sum vit skrivaðu í áðni, verða pensjónistar sum arbeiða, nú koyrdir úr koronaskipanini hjá Als. Skipanin varð sett í verk so at tey, sum vórðu send til hús, tí arbeiðið minkaði í sambandi við korona, kundi fáa ískoyti frá Als fyri at avmarka lønarmissin. Og tá vórðu pensjónistarnir eisini við, tí tað varð mett, at tað var órættvíst, at pensjónistar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu hava verri sømdir enn onnur, sum arbeiða. Nú er skipanin so longd til 31. august og tað merkir, at til tá kunnu tey, sum verða send heim tí at arbeiðið er minkað í sambandi við korona, fáa lønarískoyti frá Als í tveir mánaðir afturat. Les meiri um tað her: Nú missa nakrir pensjónistar nógva inntøku Men tað er ikki galdandi fyri pensjónistar, tí teir verða koyrdir úr skipanini í morgin, og sostatt missa teir lønarískoytið í morgin. 30. juni. Summi hava gitt, at tað er av misgáum, at pensjónistarnir liggja eftir. Men so er ikki, tí Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, váttar, at tað er ikki av misgáum at teir liggja eftir. Tvørtur ímóti er tað eitt tilvitað val, sigur hon. Hon sigur, at tá ið Landsstýrið viðgjørdi málið um at lata serligu korona- skipanina hjá Als halda fram til 31. August, hevði hon ikki nakað uppskot um at lata tað eisini vera galdandi fyri pensjónistar eisini, og tí eru teir ikki við. Hon vísir á, at virksemið økist alsamt, og tað eru fleiri og fleiri fólk, sum fara aftur til arbeiðis, eisini pensjónistar. Men hon sigur, at hon fylgirvið gongdini, og versnar støðan, verður tað tikið upp aftur. Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, sigur, at higartil hava pensjómistar fingið tilsamans góðar 1,7 milliónir í gjaldi úr korona-skipanini hjá Als. Tá ið flest pensjónistar fingu ískoyti, vóru teir 105 í tali, men nú eru teir 62 í tali.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

1 tími síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

2 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

3 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

4 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

5 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

6 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

6 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

7 tímar síðan