Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Í SPAR NORD Boxen tóku Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster frammanfyri 1.608 áskoðarum móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Keypmannahavn.
Nykøbing-Falster vann 37-30 á Keypmannahavn. Í steðginum vóru eisini sjey mál á muni. Tá var støðan 23-16 til heimaliðið.
Marita skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir. Tað gjørdi Maria eisini, men hon legði upp til tvey mál, og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.
Nykøbing-Falster er nummar fýra í deildini við 13 stigum. Keypmannahavn er nummar fimm við 12 stigum. Esbjerg er fremst við 16 stigum.
Hóskvøldið klokkan 19 taka Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti oddaliðnum, Esbjerg í BIOCIRC Arena.