info
Ongi úrslit

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

Aston Villa var fyri fyrsta tapinum

Heri Á. Simonsen
3. november 2026 kl. 23:35

Kring Evropa vóru níggju dystir leiktir í Champions League í kvøld.

Manchester United vann fyrsta sigurin síðani 10. september, tá teir á Old Trafford leikvøllinum vendu hóttandi 0-2 tapi fyri AS Roma til 3-2 sigur. Matheus Cunha bæði javnaði til 2-2 og skoraði sigursmálið til 3-2, og fekk stutt aftaná seinna gula kortið.

Bayern München vann 2-0 á Atletico Madrid á útivølli, og teir eru enn ósigraðir í kappingini. Verandi meistararnir, Paris Saint-Germain vunnu ein knúsandi 6-0 útisigur á Villareal. Tá 17 minuttir vóru leiktir var støðan 4-0.

Aston Villa, ið hevði fult undan umfarinum í kvøld mátti lúta 0-3 fyri FC Barcelona á Camp Nou. Bodø/Glimt leikti javnt 0-0 móti Lille á Aspmyra leikvøllinum.

HER eru úrslitini og málskjúttarnir frá kvøldsins dystum:

Manchester United-AS Roma 3-2 (0-2)
0-1 Matias Soule ('11 )
0-2 Donyell Malen, br. ('17 )
1-2 Bruno Fernandes, br. ('58 )
2-2 Matheus Cunha ('83 )
3-2 Matheus Cunha ('86 )

Atletico Madrid-Bayern München 0-2 (0-0)
0-1 Lennart Karl ('54 )
0-2 Konrad Laimer ('74 )

Bodø/Glimt-Lille 0-0

FC Barcelona-Aston Villa
1-0 Lamine Yamal ('7 )
2-0 Raphinha ('52 )
3-0 Raphinha ('64 )

Feyenoord-Inter Milan 0-3 (0-2)
0-1 Yann Bisseck ('8 )
0-2 Pio Esposito ('34 )
0-3 Piotr Zielinski ('54 )

LASK Linz-Slovan Bratislava 4-0 (3-0)
1-0 Kasper Jørgensen ('19 )
2-0 Kasper Jørgensen ('37 )
3-0 Robert Ljubicic ('44 )
4-0 Samuel Adeniran ('48 )

Villarreal-Paris Saint Germain 0-6 (0-4)
0-1 Joao Neves ('9 )
0-2 Desire Doue ('12 )
0-3 Senny Mayulu ('13 )
0-4 Fabian Ruiz ('17 )
0-5 Fabian Ruiz ('50 )
0-6 David Boly ('78 )

Galatasaray-Stuttgart 2-0 (2-0)
1-0 Alexey Batrakov ('12 )
2-0 Alexey Batrakov ('15 )

Shakhtar Donetsk-Sporting Lissabon 0-1 (0-0)
0-1 Issa Doumbia ('59 )

Í morgin vera hesir níggju dystirnir leiktir:

Klokkan 17.45: AEK Athen-Real Madrid og Fenerbahce-Liverpool.

Klokkan 20: Dortmund-Betis Sevilla, FC Porto-Napoli, Lens-Como, PSV Eindhoven-Club Brügge, RB Leipzig-Manchester City, Viking-Sabah og Slavia Prag-Arsenal.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

1 tími síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

1 tími síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

3 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

4 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

5 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

5 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

6 tímar síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

6 tímar síðan