Spanski samferðsluráðharrin, Oscar Puente, boðaði í dag frá, at hann fer úr starvi eftir tvær álvarsligar tokvanlukkur í landinum í ár.
Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum spanska blaðið El País.
Seinasta vanlukkan hendi mikudagin í síðstu viku, tá tvey háferðartok stoyttu saman. 69 fólk lótu lív.
– Ein samferðsluráðharri í einum landi sum Spania kann ikki halda fram í embætinum við tveimum so álvarsligum vanlukkum innan eitt ár, segði Puente í tjóðartinginum.
Hann segði, at avgerðin um at fara frá varð tikin eftir vanlukkuna mikudagin.
Puente heldur tó fram í starvinum fyribils fyri at taka sær av avleiðingunum og seta tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at ein slík vanlukka hendir aftur. Hann hevur ikki sagt, nær hann endaliga leggur frá sær.
Minni tokferðsla og nýggj trygdartiltøk
Fyrr týsdag boðaði Puente frá, at stjórnin hevur samtykt fleiri tiltøk fyri at bøta um trygdina í tokferðsluni.
Ferðslan millum Madrid og Sevilla verður minkað, til myndugleikarnir hava kannað trygdarskipanirnar á teininum.
Harumframt ætlar stjórnin at fáa seinkaðu uppsetingina av evropeisku signal- og tokstýrisskipanini ERTMS framda.
Fekk loyvi at koyra víðari
Ein feilur í signalskipanini hevði við sær, at fleiri tok steðgaðu sjálvvirkandi mikudagin í síðstu viku. Síðani tóku ferðslustýrararnir í Madrid við stýringini.
Puente hevur áður upplýst, at eitt tok hjá ríkisrikna felagnum Renfe fekk loyvi at koyra víðari, hóast eitt tok hjá felagnum Iryo stóð stilt longri frammi á teininum.
Kanningarfólk meta, at ferðin í samanstoytinum var millum 160 og 200 kilometrar um tíman.
Í januar lótu 46 fólk lív í einum øðrum toksamanstoyti á sama teini. Tá vóru somu tokfeløg uppií.
Ritzau