Trygdar- og verjuavtalan millum USA, Danmark og Grønland er komin eitt stig nærri at fáa gildi.
Ein meiriluti í grønlendska tinginum, Inatsisartut, samtykti týsdag seinnapartin avtaluna við aðru viðgerð.
Avtalan skal eisini samtykkjast í Fólkatinginum, har atkvøðugreiðslan verður 19. november. Síðani kann hon fáa endaligt gildi, tá USA hevur fingið diplomatiska fráboðan um samtyktirnar.
Tvær herstøðir aftrat
Avtalan byggir víðari á verjuavtaluna frá 1951. Stjórnarleiðararnir í teimum trimum londunum undirskrivaðu hana í New York 22. september í sambandi við aðalfundin hjá ST.
Hon gevur millum annað USA loyvi at seta á stovn tvær herstøðir aftrat í Grønlandi.
Samstundis verður fullveldið og landafrøðiliga eindin hjá danska ríkinum staðfest av nýggjum. Eisini verður viðurkent, at grønlendska fólkið sambært fólkarættinum hevur rætt til sjálvsavgerð.
Rok undan atkvøðugreiðsluni
Samgongan millum Inuit Ataqatigiit, Demokraatit og Atassut hevur meiriluta í Inatsisartut, og tí var væntað, at avtalan fór at verða samtykt.
Andstøðuflokkurin Naleraq hevur tó funnist at avtaluni og hevur millum annað viljað havt hana til fólkaatkvøðu. Flokkurin hevur eisini sett spurnartekin við, at Grønland ikki fær nakra inntøku av avtaluni.
Ósemjan elvdi til rok undir tingviðgerðini. Múte B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkis-, vinnu- og ráevnismálum, legði Naleraq undir at hava likið loyniligar upplýsingar um avtaluna. Síðani meldaði tingið flokkin til løgregluna.
Naleraq legði hinvegin fram misálitisuppskot á Múte B. Egede, men tað fekk ikki undirtøku frá einum meiriluta.
Landsstýrið lovar árliga kunning
Undir nevndarviðgerðini varð heitt á landsstýrið um at lýsa samfelagsligu og búskaparligu viðurskiftini í sambandi við avtaluna.
Eisini varð mælt til, at landsstýrið í minsta lagi eina ferð um árið kunnar um, hvussu gongur at seta avtaluna í verk.
Áðrenn atkvøðugreiðsluna segði Múte B. Egede vegna landsstýrið, at báðar áheitanirnar verða gingnar á møti.
Ritzau