Kann danska íløgufremjandi skipanin Invest in Denmark arbeiða fyri at fáa útlendskar íløgur til Føroya?
Tað vil Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, hava svar upp á frá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Í einum skrivligum fyrispurningi vísir tingmaðurin á, at Føroyar ikki hava eina fullfíggjaða skipan til at fremja íløgur í føroyskt vinnulív, sum svarar til Invest in Denmark.
Danska skipanin er partur av danska uttanríkisráðnum og arbeiðir við at draga til sín, varðveita og menna útlendskar íløgur í Danmark.
Vil vita, hvørjar skyldur Danmark hevur
Kristian Krog Hentze spyr, um Invest in Denmark hevur nakra skyldu ella formliga rammu fyri at stuðla íløgufremjan og sambondum við íleggjarar fyri Føroyar.
Um eingin slík skylda er, vil hann vita, hvat krevst frá danskari síðu, fyri at skipanin kann taka á seg at hjálpa Føroyum á økinum, uttan at neyðugt verður við stórum útbyggingum av føroysku uttanríkistænastuni.
Tingmaðurin vísir í viðmerkingunum á ríkisfelagsskapin og verandi samstarv millum Danmark og Føroyar á uttanríkisøkinum. Hann heldur tí vera viðkomandi at fáa greiðu á, um danska skipanin eisini kann ella skal taka sær av føroyskum tørvi.
Føroysk skipan ella donsk hjálp?
Landsstýrismaðurin verður eisini biðin um at greiða frá, um landsstýrið hevur ætlanir um at menna eina føroyska íløgufremjandi skipan.
Alternativið er at nýta donsku skipanina, og Kristian Krog Hentze vil hava landsstýrið at meta um, hvør loysn er skilabest.