info
Ongi úrslit

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

Sámal Petur í Grund vil hava lívfrøðiligu grundgevingarnar fyri at stongja Føroyabanka í nærum hálvt ár fram í ljósið. Hann spyr eisini, um friðingartíðin kann lagast, so vinnan fær betri rakstrarmøguleikar.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 23:15

Hví er Føroyabanki stongdur frá ársbyrjan til mai ella juni, tá gýtingin hjá toskinum sambært Sámal Peturi í Grund vanliga ikki er fyrr enn seinni á vári?

Hetta er ein av spurningunum, sum løgtingsmaðurin setur Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, í einum skrivligum fyrispurningi.

Sámal Petur í Grund vil hava greiðu á, hvørjar ítøkiligar lívfrøðiligar grundgevingar eru fyri longu friðingartíðini á Føroyabanka.

Hann samanber við landgrunnin, har gýtingarleiðirnar sambært fyrispurninginum í høvuðsheitum eru friðaðar í sjálvari gýtingartíðini, vanliga frá miðjum februar ella mars til miðjan apríl ella mai.

Óttast kapprenning eftir fiskinum

Í viðmerkingunum leggur Sámal Petur í Grund dent á, at fiskiskapurin á Føroyabanka eigur at byggja á lívfrøðiliga vitan og burðardygga umsiting, sum verjir gýtingina.

Men um greið lívfrøðilig prógv ikki tala fyri at stongja bankan longu frá 1. januar, heldur hann skipanina vera óskynsama.

Hann vísir millum annað á, at nógv skip fara út í senn, tá bankin letur upp eftir drúgva stongsilin. Eftir hansara meting økir hetta trýstið á leiðina, heldur enn at fiskiskapurin verður býttur javnari yvir eitt longri tíðarskeið.

Hann heldur eisini, at stutta fiskitíðin ger tað torførari hjá loyvishavarunum at leggja raksturin til rættis eftir veðri, streymi og marknaðarviðurskiftum.

Spyr um góðsku og gýting

Sámal Petur í Grund vísir harumframt á, at toskurin er í verri standi beint eftir gýting. Hann heldur tí, at tíðaravmarkingin kann hava avleiðingar fyri bæði góðsku og avreiðingarprís.

Landsstýrismaðurin verður biðin um at upplýsa, um lívfrøðilig prógv eru fyri, at bankatoskurin savnast til gýtingar ella gýtir munandi fyrr ella yvir longri tíð enn toskurin á landgrunninum.

Eisini spyr tingmaðurin, um landsstýrið í samráði við Havstovuna ætlar at laga friðingartíðina, so hon betur samsvarar við gýtingartíðina og loyvir varligum vinnuligum fiskiskapi undan gýting.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

37 minuttir síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

1 tími síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

4 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

5 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

5 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

6 tímar síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

6 tímar síðan