info
Ongi úrslit

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

Føroya rættur hevur gjørt úrskurð um, at málini móti Bakkafrosti eru fyrnd. Ákæruvaldið hevur 14 dagar at taka støðu til, um úrskurðurin skal kærast.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 17:58

Málsviðgerðin hevur staðið í stað ov leingi. Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti í úrskurði í dag, skrivar Kringvarpið.

Bakkafrost er ákært fyri seks brot á flutningskunngerðina í 2020. Ákæruvaldið sigur, at felagið hevur framt flutningar í Suðuroynni uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu. Harumframt snýr málið seg um ein flutning úr Froðba til Porkeris, sum ikki varð førdur í flutningsbókina.

Rætturin hevur ikki tikið støðu til sjálvar ákærurnar. Verjin hjá Bakkafrosti gjørdi galdandi, at málini vóru fyrnd, og hesin spurningurin varð tí viðgjørdur fyrst.

Meldað í 2021

Sambært Kringvarpinum meldaði Heilsufrøðiliga starvsstova Bakkafrost í 2021, men ákærurnar komu ikki fyrr enn í apríl í ár.

Upprunaliga fevndi fráboðanin um bæði flutningskunngerðina og lúsakunngerðina. Starvsstovan mælti tá til eina sekt á 67 milliónir krónur.

Løgreglan hevur áður viðgingið, at málsviðgerðin hevur tikið ov langa tíð.

Ákæruvaldið kann kæra úrskurðin til Landsrættin og hevur nú 14 dagar at umhugsa hetta, skrivar Kringvarpið.

Les meira hjá Kringvarpinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

19 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

0 minuttir síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

0 minuttir síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

3 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

55 minuttir síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

1 tími síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

1 tími síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

2 tímar síðan
Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

2 tímar síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

4 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Elisabeth Petersen vann bilin

5 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump vil samla Russland og Ukraina í Hvítu Húsunum

5 tímar síðan