info
Ongi úrslit

Havnin ætlar at skifta graslíkið á Ovara Vølli aftur

Tórshavnar kommuna hevur sett pening av í uppskotinum til fíggjarætlanina fyri 2027 til at skifta graslíkið á Ovara Vølli í Gundadali.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 09:30

Vøllurin hevur verið nógv brúktur, og seinastu árini hava fleiri trupulleikar verið við graslíkinum.

Nú er støðan vorðin so mikið ring, at vøllurin ikki kann brúkast til dystir í fremstu fótbóltsdeildunum.

Millum annað hava dystir hjá HB og B36 verið fluttir á Tórsvøll.

Tórshavnar kommuna sigur, at tað er neyðugt at fáa vøllin í góðan stand aftur.

Mánakvøldið var fundur millum kommununa og fótbóltsfeløgini HB og B36, har greitt varð frá ætlanini.

Kommunan ætlar at skifta graslíkið á vári 2027.

Peningur er settur av í uppskotinum til fíggjarætlanina, men endaliga fíggjarliga játtanin er ikki samtykt enn.

Ovari Vøllur hevur eisini áður havt stórar trupulleikar við graslíkinum, og í 2021 varð neyðugt at leggja nýtt graslíki á vøllin umaftur.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

1 minuttur síðan
Tíðindi

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

37 minuttir síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 46 deyð í tok­van­lukku í Spania

42 minuttir síðan
Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

1 tími síðan
Tíðindi

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

2 tímar síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

4 tímar síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

11 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

11 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

12 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

12 tímar síðan