Í valstríðnum vóru vit øll samd um, at bústaðarneyðin var ein álvarslig samfelagsavbjóðing. Ung skulu hava møguleika at seta búgv, barnafamiljur skulu hava ráð at búgva, og Føroyar skulu vera eitt land, sum okkara ungu venda heimaftur til.
Nú er valið av. Samgongan er skipað. Og kjakið um bústaðarneyðina tykist næstan vera tagnað.
Men bústaðarneyðin er ikki horvin, hóast politiska kjakið er tagnað.
Vit missa framvegis ein fimtapart av okkara ungdómi.
Sambært Hagstovu Føroya búgva umleið 40 prosent av hvørjum árgangi uttanlands, tá fráflytingin er størst. Bert umleið helvtin av teimum, sum fara, venda aftur.
Hugsið tykkum. Fimti hvør av okkara ungu verður verandi uttanlands.
Talan er um fólk, sum vit hava givið skúlagongd, uppaling og møguleikar. Fólk, sum kundu verið okkara framtíðar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, handverkarir, lærarir, verkfrøðingar, vinnurekandi og foreldur at komandi ættarliðum.
Og vit vita, at manglandi bústaðarmøguleikar eru ein av forðingunum fyri at flyta heim aftur.
Búskaparráðið ávaraði í september um, at føroyski búskapurin hevur eina álvarsliga haldførisavbjóðing. Ráðið vísir eisini á, at betri bústaðarmøguleikar kunnu eggja fleiri ungum at velja Føroyar.
Tí er bústaðarneyðin ikki bara ein sosialur trupulleiki. Hon er eisini ein hóttan móti okkara framtíðar vælferð.
Tað skal loysa seg at arbeiða
Hesi orðini hoyra vit aftur og aftur frá Fólkaflokkinum. Og eg eri samd. Tað skal sjálvandi loysa seg at arbeiða. Men so fari eg at seta ein spurning: Hví skal arbeiðsinntøkan bera so stóran part av skattabyrðuni, meðan virðisøkingin á fastogn í stóran mun kann verða skattafrí? Ein ungur føroyingur kann arbeiða hart, rinda sín skatt og kortini hava trupult við at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Samstundis kann ein annar, sum longu eigur fleiri ognir, fáa stóran fíggjarligan vinning av hækkandi ognarvirðum, uttan at hesin vinningurin verður skattaður á sama hátt sum arbeiðsinntøkan.
Er hetta veruliga ein skipan, sum ger, at tað loysir seg at arbeiða?
Nei! Tað er ikki trupult at lata eyguni upp og síggja, at tað, sum loysir seg, tað er at eiga. Og bara tey, sum longu eiga, sleppa at eiga meir.
Restin má arbeiða, uttan at tað loysir seg.
Eitt heim er ikki tað sama sum ein íløga
Sjálvstýri legði í valstríðnum fram uppskot um at broyta skattaskipanina, soleiðis at spekulatión við bústøðum verður skattað, meðan vanligi bústaðurin hjá fólki verður vardur.
Vit vilja ikki revsa fólk fyri at eiga sítt egna heim. Tvørturímóti.
Vit vilja, at fleiri skulu fáa møguleika at eiga sítt egna heim.
Men vit halda ikki, at ein bústaður, sum eitt menniskja hevur tørv á fyri at liva og skapa sær eina framtíð, uttan víðari skal viðgerast eftir somu fortreytum sum ein fíggjarlig íløga.
Tí eiga vit at tora at umrøða progressivan ognarskatt á eyka bústaðarognir, skatt á spekulatiónsvinning og skipanir, sum gera tað minni lønandi at halda bústaðir uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin.
Hetta skal sjálvandi gerast við skili, so vit ikki raka smápláss, arv ella fólk, sum hava rímiligar orsøkir til at eiga fleiri ognir, órættvíst.
1.500 krónur loysa ikki bústaðarneyðina
Samgongan hevur samtykt leigustuðul, sum kann geva húskjum upp til 1.500 krónur um mánaðin. Tað er eitt stig á leiðini og ein kærkomin hjálp hjá teimum, sum hava trong fíggjarlig kor.
Men leigustuðul byggir ongan nýggjan bústað. Um eftirspurningurin framvegis er nógv størri enn útboðið, er eisini ein vandi fyri, at ein partur av almenna stuðlinum við tíðini endar í hægri húsaleigu. Tí krevst meira enn stuðul. Vit mugu økja um útboðið, fáa fleiri smærri og bíligari bústaðir, fáa størri ferð á byggingina og gera tað lættari hjá ungum at seta búgv.
Men vit mugu eisini tora at spyrja, um okkara skattaskipan sjálv er við til at varðveita ójavnvágina millum tey, sum eiga, og tey, sum royna at sleppa framat.
Hvørjum vilja vit geva møguleikan?
Í samgonguskjalinum stendur, at vantandi bústaðarútboð er ein av størstu forðingunum fyri fólkavøkstri. Tað er ein røtt staðfesting. Men ein staðfesting er ikki ein loysn.
Hvussu nógvir nýggir bústaðir skulu verða tøkir fyri ung og barnafamiljur? Nær skulu teir standa klárir? Og hvørjar skipanarligar broytingar ætlar samgongan at fremja, so bústaðarmarknaðurin ikki framhaldandi gevur teimum, sum longu eiga, ein fyrimun fram um tey, sum enn standa uttanfyri?
Vit hava ikki ráð at lata bústaðarpolitikkin enda sum eitt vallyfti, ið verður lagt til viks, tá atkvøðurnar eru taldar. Og vit kunnu ikki halda fram við at rósa okkum av einum sterkum búskapi, um stórir partar av okkara egna ungdómi ikki hava fíggjarligan møguleika at verða partur av honum.
Tí spyrji eg Fólkaflokkin: Tá tit siga, at tað skal loysa seg at arbeiða, eru tit so eisini sinnaðir at broyta okkara skattaskipan, sum ger tað munandi meira lønandi at eiga enn at arbeiða?
Føroyar skulu vera eitt land, har tað loysir seg at arbeiða, ja! Men tær skulu eisini vera eitt land, har arbeiðið gevur fólki møguleika at fáa sítt egna heim.
Tað eigur ikki at vera ov nógv at krevja.
Sylvia Thomsen
Næstforkvinna í Sjálvstýri