Tað endaði við 4-2 sigri til gestirnar, tá ið FC Hoyvík í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 3-1, og øll fýra málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað, tá ið eitt korter var farið.
Úrslitið ber við sær, at B36 er á sætta plássi við 26 stigum. NSÍ, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti ÍF, hevur 25 stig. FC Hoyvík er á áttanda plássi við 22 stigum. HB, sum er á níggjunda plássi við 20 stigum, fær í morgin klokkan 12.30 vitjan av TB.
Stóri maðurin hjá B36 í dag var David Høgnason Viderø. Tá ið eitt stórt korter var farið, var B36 frammanfyri 3-1. David Høgnason Viderø skoraði í 4. minutti, tá ið Heini Sólheim Guttesen átti uppleggið, og ein minutt seinni økti Jeremiah Mensah Okornoe um B36 leiðsluna til 2-0. Í 11. minutti minkaði Tóki Næss Rasmussen um munin til 2-1, tá ið Fríði á Borg átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Tóka í 1. deild í ár. Tá ið eitt stórt korter var farið, var tað aftur David Høgnason Viderø, sum var málskjútti.
Fýra minuttir undan leikloki varð tað av álvara spennandi, tá ið Aron Frankieson minkaði um munin til 3-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.
Men tað var bara í heilt lítla løtu, at tað var spennandi, tí minuttin eftir, at FC Hoyvík hevði minkað um munin, var David Høgnason Viderø aftur upp á spæl og var harvið trífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 4-2 B36 sigurin. Síðani hann í summar flutti aftur í barndómsfelagið, eftir at hann í fyrru hálvu spældi við 07 Vestur, hevur David Høgnason Viderø, sum mánadagin fylti 18 ár, skorað sjey mál í 1. deild.
Leygardagin fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti TB, og annan sunnudag fær B36 vitjan av NSÍ.