Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki sunnudagin.
Silja G. Eystberg, Lív og Vár B. Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax komu á sigursslóðina aftur.
Í Vestjysk Bank Arena í Hadsten eydnaðist tað Ajax at vinna 33-28 á Hadsten. Í steðginum var Ajax á odda 21-16.
Silja og Lív skutu tvey mál hvør, og Vár skoraði eitt mál.
Ajax hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu í Nr. Snede-høllini 31-33 fyri AGF. Í steðginum var Ejstrup/Hærvejen á odda 17-16. Rannvá var noterað fyri eitt mál.
Aftaná tríggjar dystir hevur Ejstrup/Hærvejen enn fyrsta stigið til góðar.