Seinnapartin vunnu Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Aluminij Kidričevo stórsigur í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Á útivølli vann Aluminij 6-1 á NS Mura. Í steðginum var støðan 3-0.
Tá 53 minuttir vóru leiktir legði Hanus ein góðan bólt inn í brotsteigin, har Vito Težak við einum góðum skoti meddaði bóltin í netið. Eitt sera vakurt mál.
NK Aluminij Kidričevo er nummar seks í deildini við 12 stigum. NK Maribor er fremst við 19 stigum.