Í dag hevur Árni Frederiksberg skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ. Sáttmálin er galdandi fyri 2027. 34 ára gamli Árni Frederiksberg flutti í 2021 úr B36 og til KÍ. Hann hevur spælt 408 landskappingardystir í Meistaradeildini og skorað 153 mál, og í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 44 dystir og skorað 15 mál. Í Europa hevur Árni spælt 57 dystir og skorað 15 mál. Á landsliðnum hevur Árni spælt 24 dystir og skorað trý mál.
Og tá ið sjey stórsteypadystir og tvey mál verða lagt aftrat, so hevur Árni undan dystinum í Sørvági sunnudagin spælt 540 dystir í fremstu røð og skorað 188 mál.
Árni vil ikki siga, at hann um eitt ár fer at gevast at spæla fótbólt:
-Tað fáa vit at síggja í oktober í 2027. Í løtuni eri eg væl nøgdur við at vera við í hesi ætlanini. Mær dámar væl felagsskapin í KÍ og tað, sum felagið stendur fyri, og vit ætla okkum framvegis at vinna, sigur Árni Frederiksberg við KÍ facebooksíðuna.
Og hvussu verður tað, nú tit hava skift venjara?
-Vit hildu nógv av Magnus Powell, og nú fegnast vit um, at Fróði Clementsen og hinir nýggju menninir við róðrið eru komnir við nýggjari orku. Vit fara til Sørvágs við góðum móti, og vit ætla okkum at vinna teir seks dystirnar, sum eru eftir av hesum kappingarárinum, og so bíðar 2027, sum vit gleða okkum til. Í løtuni er tað ikki í okkara hondum at gera av, um vit fara at vinna FM, men royndirnar siga okkum, at tað ikki er mest óvæntaða úrslitið yvirhøvur, um toppliðið í endaspurtinum missir trý stig, sigur Árni Frederiksberg.