info
Ongi úrslit
Endamálið við skeiðunum er at geva luttakarum ítøkiliga og viðkomandi ráðgeving fyri at stuðla undir, at hugskotini, sum fólk hava, kunnu gerast veruleiki

Skipa fyri skeiðum í íverksetan innan ferðavinnu

Í næstum skipa Vist North og Íverksetarahúsið fyri íverksetaraskeiðum við fokus á vørur og tænastur til ferðavinnuna

Vilmund Jacobsen
30. september 2026 kl. 10:25

- Hevur tú eitt hugskot um eina vøru, tænastu ella uppliving, sum kann verða viðkomandi fyri ferðavinnuna, so er at seta X í kalendaran!

Soleiðis siga tey í Visit North.

- Øll, sum hava eitt hugskot, stórt ella lítið, eru vælkomin at tekna seg til eitt prát við okkum við at skriva navn, og hvørjum øki viðkomandi er búsitandi í til [email protected]

Í Visit North verður sagt, at byrjað verður við einstaklingafundum við tey, sum hava áhuga at luttaka á íverksetaraskeiðnum.

- Á fundunum práta vit um hugskotini, hvat er ávegis, hvørjir spurningar eru - ella hvørjari serfrøðingaráðgeving tørvur er á fyri at koma víðari.

Íverksetaraprát verða hildin:

5. oktober í Hvannasundi frá kl. 15 og úteftir

7. oktober á Viðareiði frá kl. 15 og úteftir

19. oktober á Kalsoynni frá kl. 16 og úteftir

21. oktober í Kunoy frá kl. 15 og úteftir

26. oktober í Klaksvík frá kl. 15 og úteftir

- Fyri áhugað, sum eru búsitandi í Fugloy ella Svínoy, verður avtala gjørd við hvønn einstakan um tíð og stað fyri íverksetarapráti.

Og hjá Visit North verður lagt aftrat:

- Við støði í hesum verður eftirfylgjandi skipað fyri einum íverksetaradegi saman við Íverksetarahúsinum, har viðkomandi serfrøðingar verða knýttir at eftir tørvinum hjá luttakarunum.

At enda verður lagt aftrat, at endamálið er at geva luttakarunum ítøkiliga og viðkomandi ráðgeving fyri at stuðla undir, at hugskotini gerast til veruleika.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

21 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Liðini hjá Magnusi og Jóhan møtast í fjórðingsfinalunum

17 minuttir síðan
Tíðindi

38,5 milli­ón­ir eru í av­lopi á fíggjar­lógini

39 minuttir síðan
Tíðindi

Skifta graslíkið á sparkivølli

55 minuttir síðan
Tíðindi

Leggja spillivatnið út á sjógv

1 tími síðan
Tíðindi

Flogfar sendi út neyðarkall

2 tímar síðan
Tíðindi

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

2 tímar síðan
Tíðindi

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu

5 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

11 tímar síðan
Tíðindi

KI-stríðsflogfar vann á royndum flogskiparum

11 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

12 tímar síðan