Iran hóttir nú við nýggjum vápnum, um USA heldur fram við sínum álopum á landið.
Verdens Gang skrivar, at Iran eisini hóttir við at leypa á støð, sum ikki eru álopin áður, síðan USA og Ísrael lupu á landið í februar.
Maðurin, sum ber hesi tíðindi úr Iran, er Hossein Mohebbi, talsmaður hjá iransku kollveltingarhirðuna.
- Kemur ein nýggj "aggressión", fara vit definitivt at broyta bæði nýtsluna av vápnum og geografi'ina í krígnum, sum talsmaðurin málber seg.
Og her er tað tiðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Talsmaðurin leggur aftrat, at Iran er fyrireikað til eitt langt stríð, um tað verður neyðugt.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kom herfyri við hóttanum móti Iran og segði, at Iran eigur at uppføra seg ordiliga, og so legði hann aftrat:
- Nú eg eri í holt við at taka støðu til, um "... Iran skal spreingjast í luftina..."
Tað var hin 28. februar í ár, at USA og Ísrael lupu á Iran.