Enn hevur liðið hjá Ova Lützen og Paula Høj, Bergsøy fyrsta stigið til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Sunnudagin tapti Bergsøy í Haukelands-høllini í Bergen 24-30 fyri Viking TIF. Í steðginum var Bergsøy á odda 16-15, men í seinna hálvleiki rann Bergsøy aftaná.
Føroysku leikararnir gjørdu sítt. Ovi og Pauli skutu trý mál hvør. Ovi legði upp til trý mál, meðan Pauli legði upp til tvey mál.
Aftaná fýra leiktar dystir hevur Bergsøy enn fyrsta stigið til góðar.
Fríggjadagin klokkan 17 fær Bergsøy vitjan av stórliðnum, Elverum sum hevur átta stig fyri fýra dystir.