Tíðindaskriv:
Vit liva alsamt longur, og fleiri eldri eiga nógv virkin ár fyri framman. Hetta gevur tí einstaka, vinnulívinum og samfelagnum nýggjar møguleikar. Tað snýr seg um m.a. eitt longri og liðiligari arbeiðslív, íverksetan, sjálvsvild og nýggjar mátar at taka lut í lokalsamfelagnum.
Á Útnorðurdegnum hevur Eirik Fiva, verkætlanarleiðari fyri NORA-verkætlanina Seniorer – NORAs guldreserver, framløgu um, hvussu meira kann fáast burtur úr vitan, royndum og arbeiðsmegi hjá eldri.
Aftan á framløguna verður pallborðsorðaskifti við luttakarum úr Havnar Arbeiðarafelagi, Landsfelagi Pensjónista, Føroya Lærarafelagi, Útnorðurráðnum og Vinnuhúsinum. Tey fara at umrøða, hvussu vit í útnorðri kunnu skapa nýggjar møguleikar fyri eldri og samstundis fáa meira gleði av teirra førleikum.
Á degnum verður eisini eitt tónleikainnslag frá vísusangaranum, Kára P., sum framførir nøkur úrvald løg.
Tiltakið er partur av Útnorðurdegnum, sum setur sjóneykuna á aktuell evni og møguleikar fyri samstarvi tvørtur um londini í útnorðri.