info
Ongi úrslit

Umhugsa at taka leitingina uppftur

Trý av teimum fýra, sum vóru við leigaða bátinum úr Averøy fríggjadagin, eru framvegis ikki komin afturíaftur. Ein er funnin sjólátin, og nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

Vilmund Jacobsen
21. september 2026 kl. 10:15

Í morgun upplýsir norska løgreglan, at tey fara at taka støðu til, hvørt leiting skal setast í verk aftur í royndini at finna tey trý ferðafólkini, sum enn ikki eru komin afturíaftur eftir bátsvanlukkuna við Averøy fríggjadagin.

Tað var um morgunin henda dagin, at fýra útlendsk ferðafólk høvdu leigað sær ein bát og vóru farin út at fiska. Tá kvøldið kom, og tey ikki vóru komin aftur at landi, varð farið at leita. Tá var myrkt og líkindini at leita vóru vánalig.

Skip og tvær tyrlur vórðu send avstað, og sum náttin leið, varð báturin, sum tey fýra høvdu verið í, funnin holvdur. Ein av teimum saknaðu varð eisini funnin sjólátin. Hini trý, sum vóru við bátinum, eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Stór leiting var á leiðini, har báturin holvdist og sakk, og leitað varð eisini leygardagin. Síðan hevur steðgur verið í, men nú umhugsar norska løgreglan, um leitingin skal takst uppaftur í royndini at finna onkran av teimum trimum, sum framvegin eru saknað.

Seinnapartin í gjár segði norska løgreglan, at nú verður ikki longur leitað eftir fólki á lívi, men eftir líkunum av teimum, sum enn ikki eru funnin. Mett verður ikki, at nakar kann vera á lívi eftir herviligu bátsvanlukkuna fríggjadagin.

Sambært norska kringvarpinum NRK vóru tey fýra í leigaða bátinum úr Kekkia, og tey vóru partur av einum ferðalag á átta, sum vóru komin til Noregs at ferðast saman, harav tey fýra vóru farin út at fiska í leigaðum báti fríggjadagin.

Norskir miðlar vita at siga, at tá leigaði báturin, sum tey fýra høvdu verið í, varð funnin holvdur, var hann heilur, men hann fór í tvey, tá roynt varð at taka hann upp úr sjónum.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

AC Horsens tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

32 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrsta atmos­fer­iska bumb­an í Norð­ur­atlants­ahavi í heyst

1 tími síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

1 tími síðan
Tíðindi

Útnorður­dag­ur set­ur sjón­eykuna á tað gráa gullið

1 tími síðan
Tíðindi

Iran hóttir við nýggjum vápnum og nýggjum málum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til KÍ og tvey stig til Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Ocean Rainforest 48 milliónir í halli

2 tímar síðan
Tíðindi

Útlendingur fekk skaða í haganum – tyrlan flutti hann á sjúkrahús

3 tímar síðan
Tíðindi

Gøtunes sleipaði Arnarfell á Runavík

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ásla og liðfelagarnir mistu 2-0 leiðslu

3 tímar síðan
Tíðindi

Grill elvdi helst til eld í úthúsi í Gásadali

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til NSÍ og trý stig til B36

5 tímar síðan