info
Ongi úrslit

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

- Skaðarnir, sum báturin hevur fingið, komu, tá hann varð lyftur upp úr sjónum, sigur Espen Andersen hjá norsku Høvuðsbjargingarstøðini

Mynd: Bjargingarskipið, Henry Von Koss
Vilmund Jacobsen
20. september 2026 kl. 12:11

Nú verður ikki longur leitað eftir fýra útlendsku ferðafólkunum á lívi, sum fríggjamorgunin fóru út at fiska við einum leigaðum báti í Averøy í Møre og Romsdal í Noregi.

Tá dagurin leið, og tey ikki vóru komin aftur at landi, soleiðis sum avtalað, varð stór leiting sett í verk. Seinni varð báturin, sum tey høvdu verið í, funnin tómur og holvdur.

Tað hevur ikki eydnast at finna nakran av teimum, sum vóru við bátium, og nú verður ikki longur leitað eftir fólki á lívi, veit norska kringvarpið NRK at siga fyrrapartin.

Sambært átaksleiðaranum hjá Høvuðsbjargingarstøðini í Noregi, Espen Andersen, hevur báturin, sum er funnin, fingið skaðar, men hann var heilur - og koppaður - tá hann varð funnin.

- Skaðarnir, sum báturin hevur fingið, komu, tá báturin varð lyftur upp úr sjónum, sigur Espen Andersen hjá norsku Høvuðsbjargingarstøðini.

Dagføring:

Seinastu tíðindini úr Noregi eru sambært norska kringvarpinum NRK, at ein av teimum saknaðu er funnin sjólátin.

Lesið eisini - Báturin funnin tómur

https://in.fo/grein/leiting-eftir-fyra-folkum-baturin-funnin-tomur

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

44 minuttir síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

1 tími síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

3 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

4 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

5 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

5 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fólk deyð í dronuálopi á valdegi í Russlandi

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í javnleiki hjá FC Kyzylzhar

6 tímar síðan