info
Ongi úrslit

Kann vera lívshættisligt at eta hesar skeljarnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti at taka skeljar á nøkrum ávísum økjum í Føroyum

Áki Bertholdsen
26. juli 2021 kl. 13:47

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti at taka skeljar til matna á ávísum økjum. Kanningar hava nevniliga staðfest, at tað tað er meiri av algu til í sjónum enn tað er ráðiligt, tá ið skeljar verða tiknar til matna  Heilt ítøkiliga er økið, har tað verður ávarað ímóti at taka skeljar til matna, hesi:

– Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð;

– Skálafjørður

Kollafjørður og Kaldbaksfjørður

Sundalagið norðan fyri Streymin.

Sí annars myndina niðanfyri.

Myndin er ikki tøk

 

Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar á hesum øki, tí tá ið so nógv alga er í sjónum, er vandi fyri, at tær eru eitraðar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Eru skeljarnar eitraðar, kann hava við sær at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta tær.

Sjúkuteknini kunnu vísa seg upp á nakrar fáar minuttir, men í øðrum førum vísa tey seg ikki fyrr enn eitt samdøgur er farið. Sjúkuteknini kunnu vera Leyst lív, spýggja, høvuðpína, búkpína, ørilsi, skriði og tú kanst missa følilsi rundan um munnin og tað kann breiða seg til andlit og nakka. Tað kann eisini fara at prika í fingrunum.

Men í álvarsligum førum kann tað eisini elva til skaðar á nervavevnað andingarleiðirnar verða lammaðar og er lívshættisligt. Andahjálp kann bjarga teimum, sum verða illa sjúk, men heilivágur er eingin.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

8 minuttir síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

22 minuttir síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

27 minuttir síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

1 tími síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

1 tími síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

4 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

9 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

9 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

10 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

11 tímar síðan