Arbeiðið skuldi eftir ætlan vera liðugt í august, men Norðborg liggur framvegis hjá MEST í Havn.
Kostnaðurin er nú mettur til umleið 160 milliónir krónur. Tað eru tíggju milliónir meira enn upprunaliga mett.
Jón Rasmussen, skipari, sigur við Kringvarpið, at ætlanin nú er, at skipið kann fara aftur til fiskiskap í desember.
Við umbyggingini verður verksmiðjan umborð dagførd og broytt munandi.
Seinkingin merkir samstundis, at Norðborg hevur mist ein stóran part av fiskiskapinum í heyst.
Enn er ikki upplýst, hvussu stórur framleiðslu- ella inntøkumissurin hevur verið orsakað av seinkingini.