Í Porkerishaga og Junkarahaga vilja eigararnir ikki gera avtalur eftir nýggju treytunum, og tað seinkar ætlanunum um fleiri vindmyllur.
Eisini ætlanin í Klivaløkshaga er seinkað. Har er ætlanin at seta sjey vindmyllur upp, men tær fara í besta føri at mala heystið 2027. Tað kann eisini gerast summarið 2028.
Ari Johanneson, leiðari í Elveitingareftirlitinum, sigur við Kringvarpið, at seinkingarnar kosta samfelagnum nógv búskaparliga.
Størri framleiðsla úr vindi hevði annars kunnað minkað um oljunýtsluna til elframleiðslu.
Tí er ein av avleiðingunum av seinkingunum, at meira olja má brúkast í longri tíð enn ætlað.
Enn er ikki greitt, nær semja fæst við jarðareigararnar, ella nær tær seinkaðu verkætlanirnar kunnu fara í gongd.