Danska forlagið Lindhardt og Ringhof setur nú bann fyri at brúka vitlíki til arbeiði fyri forlagið.
Tað stendur í einum brævi til millum annað rættlesarar, ritstjórar, ráðgevar og onnur uttanhýsis samstarvsfólk.
Handrit og onnur skjøl frá forlagnum mugu undir ongum umstøðum leggjast í vitlíkisamboð, stendur í brævinum, sum Ritzau hevur fingið innlit í.
Forlagið vísir á óavgreiddar spurningar um rættindi og stúrir fyri, at tekstirnir kunnu verða avritaðir og brúktir til at menna vitlíki
Bókmentaligi stjórin, Sune de Souza Schmidt-Madsen, sigur við DR, at forlagið ikki veit um dømi um, at uttanhýsis samstarvsfólk hava brúkt vitlíki. Endamálið er at vera framman fyri gongdina.
Reglurnar galda eisini fyri egnu starvsfólkini.
Spurdur, hvussu forlagið skal tryggja, at reglurnar verða hildnar, sigur stjórin við Ritzau, at tey hava álit á samstarvsfólkunum.
Hann vil ikki útgreina møguligar avleiðingar av brotum, men sigur, at tað verður tikið í størsta álvara.
Forlagið leggur samstundis dent á, at tað vil verja menniskjaliga handverkið hjá samstarvsfólkunum.
/Ritzau/