- Russland fremur krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini við sínum álopum á orkukervið í Ukraina.
Tað er niðurstøðan hjá einari ST-stuðlaðari granskingarnevnd.
Russisku álopini hava ført til, at milliónir av sivilum ukrainum hava mist streym og hita í vetrarkuldanum, sigur frágreiðingin, sum varð løgd fram í dag.
- Niðurstøðan er, at álopini eru krígsbrotsverk, tí tey bevíst eru vend móti sivilfólki. Hetta er eisini krígsbrotsverk, tí álopini hava elvt sivilfólki stórar líðingar.
Tað sigur leiðarin fyri granskingarnevndini, fyrrverandi norski dómarin, Erik Møse.
Óhefta granskingarnevndin fekk uppgávuna frá mannarættindaráðnum hjá ST, og hetta var stutt eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í 2022.
Frágreiðingin byggir eitt nú á samrøður við 255 ukrainar, sum upplivdu veturin 2025-2026 í Kyiv og í átta øðrum ukrainskum regiónum.
Granskingarnevndin hevur eisini funnið prógv um, at Russland hevur fingið herfólk úr 29 øðrum londum til kríggið í Ukraina - við villleiðing og tvingsli.
Fleiri av monnunum koma úr fátøkum umhvørvum og hava - undir tvingsli - skrivað undir hernaðarsáttmálar, skrivaðir á russiskum, sum teir ikki skiltu.
Russland vísir aftur myndugleikan hjá granskingarnevndini og sigur, at frágreiðingin byggir á skeivar upplýsingar.