Enn mugu ferðafólk brynja seg við toli, tá tey skulu gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Keypmannahavn.
Flogvøllurin væntar, at bíðitíðin í teimum mest upptiknu tíðarskeiðunum kann vera longri um vikuskiftið og møguliga eisini inn í næstu viku.
Tað upplýsir samskiftisstjórin Lise Agerley Kürstein í einum skrivligum svari til Ritzau í gjár.
Eyka starvsfólk eru kallað til arbeiðis fyri at fáa ferðafólkini skjótari gjøgnum eftirlitið og samstundis varðveita neyðuga trygdarstøðið.
Orsøkin til bíðirøðirnar er eitt eftirlit hjá danska ferðslustýrinum, Trafikstyrelsen, sum hevur kravt fyribils eyka tiltøk. Hvørji tiltøk talan er um, vilja myndugleikin og flogvøllurin ikki greiða nærri frá.
Flogvøllurin hevur tó undirstrikað, at trygt er at flúgva.
Ferðafólk verða biðin um at fylgja tilmælum frá flogfeløgunum. Almenna tilmælið hjá flogvøllinum er at møta tveir tímar undan fráferð til ferðing innan Schengen og tríggjar tímar undan fráferð til ferðing uttan fyri Schengen.
Tað er Trafikstyrelsen, sum avger, nær flogvøllurin kann fara aftur til vanligan rakstur.
/Ritzau/