info
Ongi úrslit
Norski granskarin, Leif Inge Åstveit, sum starvast við Universitetið í Bergen, sigur, at steinurin líkist ikki øðrum, sum áður er funnið av slíkum slag

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

- Steinurin er helst eini 7000 ára gamal og hevur verið brúktur sum skips-ella bátaankar ella sum ílasteinur í steinøldini, sigur norskur granskari

Vilmund Jacobsen
27. oktober 2026 kl. 00:54

Norska kringvarpið NRK veit at siga, at nú er helst elsta ankar ella ílasteinur, sum er til skjals í Noregi, funnin.

Talan er um ein stein, sum vigar 30 kilo, og sum er funnin á havbotninum við innhøgdum merki kring allan steinin.

At høgt er runt um steinin er fyri, at tað skal bera til at binda í hann og brúka steinin sum ankar ella ílastein.

Steinurin varð funnin í summar á havbotninum við Hesprihólmin, sum liggur lutfalsliga langt úr landi við vesturstrond Noregs.

Norski granskarin, Leif Inge Åstveit, sum starvast við Universitetið í Bergen, sigur, at steinurin líkist ikki øðrum, sum áður er funnið av slíkum slag.

Hann heldur, at steinurin helst er eini 7000 ára gamal og hevur verið brúktur sum skips-ella bátaankar ella sum ílasteinur í steinøldini.

Tað var Forskning.no, sum bar hesa søgu fyrst og norska kringvarpið - NRK - endurgevur eisini søguna.

Meira um gamla og sjáldsama ankar-ella ílasteinin, sum er funnin á havsins botni í Noregi, kann lesast á Forskning.no ella á NRK.no

´

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

1 tími síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

2 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

3 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

3 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

4 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

5 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

5 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

5 tímar síðan