- Nú verður farið undir at dagføra kloakkviðurskiftini í einum parti av Útibø. Arbeiðið er liður í heildarætlanini fyri spillvatn hjá kommununi og skal tryggja eina betri og meira tíðarhóskandi spillvatnsskipan í økinum.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Víst verður á, at býlingurin í Útibø er gamal og harvið eisini leiðingarnar. Rørini eru úr betongi, har summi eru illa farin og onnur brotin. Eisini hava rottangarnir hjá húsunum í grannalagnum nógv ár á baki.
- Tí hevur tekniska nevnd í samstarvi við grannarnar, valt at knýta øll húsini í innara parti av økinum í eitt felags reinsiverk.
Í kommununi siga tey, at arbeiðið er byrjað á Bakkavegi, har felags tangi verður grivin niður. Síðan verður arbeitt niðan eftir Kirkjugøtu, eftir Bøgøtu og víðari eftir Heygagøtu ella Posthúsbrekkuni.
- Talan er um eitt umfatandi arbeiði, sum væntandi fer at taka umleið tveir mánaðir.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið fer at ávirka ferðsluna í økinum, men kunnað verður um hetta so hvørt. Í fyrstu syftu er eingin gjøgnumkoyring eftir Bakkavegi í dagtímunum.