info
Ongi úrslit

Kringvarpið fer nú í summartíð

Frá mánadegnum 1. juni bjóðar Kringvarpið eina summarskrá við bæði nýggjum og kendum sendingum

Eirikur Lindenskov
30. mai 2026 kl. 11:55

Summarið nærkast, og tað merkir broytta sendiskrá hjá Kringvarpinum. Kringvarpið skrivar millum, at summarið í útvarpinum verður merkt av løttum og hugnaligum sendingum við práti, gestum og tónleiki.

– Tú kanst gleða teg til eitt frískt íkast av nýggjum røddum, sum bera eitt summarligt lot við sær. Millum annað er kappróðrarkjaksending “Millum tøkini” við Ludvík við Stein aftur at hoyra í ár, har vit longu nú hava hoyrt um fyrireikingarnar til Norðoyarstevnuna, sum verður um vikuskiftið, skrivar Kringvarpið.

Eisini verða afturvendandi sendingar sum “Nert ikki við” og hugnaliga tónleikasendingin “Sangir úr mínum lívi”, har skiftandi gestir velja og greiða frá sínum tónleikavalum.

Góðan morgun Føroyar heldur fram alt summarið, men fær ein lættari dám við skiftandi vertum og eitur nú Summarmorgun. Eisini her verður pláss fyri kappingum og summarligum evnum, skrivar Kringvarpið.

Í útvarpinum er nógvur tónleikur.

– Vit leggja dent á festivaltónleik, nýggjar útgávur og summarhitt, sum seta dám á longu kvøldini. Á skránni eru tónleikarøðir, eitt nú nýggj røð um Johnny Cash og nógv gott frá Jóhan í Kollafirði í Radio Stjernekilde.

– Tú hevur eisini møguleikan at seta tín dám á tónleikin í útvarpinum. Hevur tú ein playlista við 15-20 sangum, sum tú ert serliga glað/-ur fyri, so kanst tú senda hann inn til: [email protected]. Harvið ert tú í umbúna at gerast kurator í útvarpinum, skrivar Kringvarpið.

– Nakrar av best umtóktu sendingunum halda fram sum vant. Tit skriva vit spæla (TSVS) heldur fram at spæla lurtaraynskir. Tórður Mikkelsen heldur fram við at reika runt við Tórði á túri, og Kvørnin er als ikki liðug at ummæla góðan føroyskan tónleik. Vikuskiftið bjóðar eina avslappaða og viðkomandi samanrenning av tónleiki, gestum og samrøðum um, hvat rør seg um vikuskiftið.

– Hetta eru sendingar, sum hava funnið sítt fasta pláss hjá lurtarum – og verða verandi á skránni juni mánað út, skrivar Kringvarpið.

Dagur og vika og Gekkurin skifta til summartíð eftir viku 26. Frá 30 juni. verður Dagur og vika send týs- og fríggjakvøld, og Gekkurin verður fluttur til týskvøld beint eftir Dag og viku. Í sama tíðarskeiði fer 3-2 í summarsteðg og er aftur í september. 

Eisini verður nógv spennandi sent beinleiðis í sjónvarpinum.

– Vit senda frá landsdystum í fótbólti, kappróðri kring landið og sjálvandi eisini frá teimum størstu løtunum á ólavsøku. Tú kanst gleða teg til at síggja skrúðgonguna, gudstænastuna, løgmansrøðuna og alla ta hátíðarligu skránna, sum hoyrir ólavsøkuni til, skrivar Kringvarp Føroya í sambandi við, at tey skifta til summarskránna hjá stovninum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

15 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

35 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

55 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan