info
Ongi úrslit

Løgmaður reið stormin av sær

Nú løgtingið hevur atkvøtt um misálitisuppskotið, er greitt, at tað er fallið, 15 atkvøður vóru fyri, 17 ímóti - og ein atkvøða var blonk.

info
Vilmund Jacobsen
19. mai 2017 kl. 20:20
Drúgt orðaskiftið hevur í dag verið av misálitisuppskotinum á løgmann, Aksel V. Johannesen, sum teir tríggir formenninir í andstøðuflokkunum, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, í dag hava reist á løgtingi. Nú løgtingið umsíðir hevur atkvøtt um misálitisuppskotið, er greitt, at tað er fallið. Tað vóru 15 atkvøður fyri, 17 ímóti - og ein atkvøða var blonk. Teir tríggir floksformenninir vístu í misálitisuppskotinum á niðurstøðuna hjá meirilutanum í Landsstýrismálanevndini viðvíkjandi klagu um løgmann og avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at verða yvirtiknað. Í misálitisuppskotinum vístu teir á, at Landsstýrismálanevndin eitt nú hevur staðfest, at ”...løgmaður ikki hevur virt § 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um løgtingið hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnarbandslógini yvirtikna at vera...” Meirilutin í Landsstýrismálanevndini kom til ta niðurstøðu, at “... løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar...” - Eftir at niðurstøðan varð kunngjørd, segði løgmaður, at hann ikki ætlar sær at fylgja niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini - ei heldur at taka hana til eftirtektar. Teir tríggir floksformenninir, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, løgdu dent á, at løgmaður ikki ætlar sær at virða Landsstýrismálanevndina, og tað meta teir tríggir álvarsamt, tí tað eftir teirra tykki merkir, at løgmaður setir seg oman fyri løgtingið. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

36 minuttir síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

1 tími síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus í Champions League

2 tímar síðan
Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

8 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

8 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

9 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

10 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

11 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

11 tímar síðan