info
Ongi úrslit
© Kevin Bartram/Reuters
Mike Johnson á valkvøldi sínum í Shreveport í Louisiana týsdagin. Hann varð afturvaldur, men fer ikki at søkja sessin sum minnilutaleiðari hjá Republikanarunum í Umboðsmannatinginum.

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

Eftir ósigurin á miðskeiðsvalinum fer Mike Johnson ikki at søkja sessin sum minnilutaleiðari hjá Republikanarunum í Umboðsmannatinginum. Tað váttar talsfólk hansara fyri AFP.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 23:55

Mike Johnson, formaður í amerikanska Umboðsmannatinginum, hevur boðað starvsfólkum sínum frá, at hann ikki heldur fram sum leiðari hjá Republikanarunum í tinginum, tá nývalda Kongressin tekur við.

Tað váttar talsfólk hansara fyri tíðindastovuni AFP.

Fleiri miðlar bóru fyrr øi dag tíðindini um avgerðina. Tá AFP spurdi talsfólkið, um tað var rætt, at Johnson leggur frá sær, var svarið stutt:

– Tað er rætt.

Avgerðin kemur, eftir at Republikanararnir á miðskeiðsvalinum í gjár mistu meirilutan í báðum kømurunum í Kongressini, Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Demokratarnir vunnu fram í fleiri statum, sum vanliga velja republikanskt.

54 ára gamli Mike Johnson hevur verið formaður í Umboðsmannatinginum síðan 2023. Hann varð sjálvur afturvaldur á valinum týsdagin.

Nýggjur leiðari skal veljast

Sambært NBC News væntast republikansku limirnir í Umboðsmannatinginum at velja nýggjan minnilutaleiðara 10. november.

Tá nýggja Kongressin kemur saman í januar, verður roknað við, at leiðarin hjá Demokratunum, Hakeem Jeffries, verður valdur til formann í Umboðsmannatinginum og sostatt tekur við sessinum hjá Johnson.

Johnson hevði rikið eitt umfatandi valstríð fyri at varðveita tepran republikanskan meiriluta. Hann hevði áður lagt upp til, at hann møguliga fór at halda fram sum leiðari hjá flokkinum, eisini um Demokratarnir vunnu meirilutan.

Sambært AFP kann avgerðin hjá Johnson nú leggja upp til eina uppgerð millum núverandi meirilutaleiðaran, Steve Scalise, og formannin í rættarnevndini, Jim Jordan.

Báðir eru konservativir republikanarar og trúfastir stuðlar hjá Donald Trump.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

26 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

29 minuttir síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

55 minuttir síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

56 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

1 tími síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

1 tími síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

2 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil gera tað lættari hjá SSL at keypa nýggjar ferjur

3 tímar síðan