Sara Benjaminsen var við frá dystarbyrjan, og hon fekk 57 minuttir á vøllinum, tá lið hennara, FC Nordsjælland spældi áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini móti oddaliðnum í bestu donsku fótbóltsdeildini, HB Køge.
HB Køge vann dystin 2-0. Fyrra málið var skotið í 19. minutti, og seinna málið var skotið beint eftir steðgin.
Sunnudagin klokkan 10.30 hevur FC Nordsjælland aftur dyst í bestu deildini. Talan verður um dyst á heimavølli móti ASA Aarhus.