Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir á danska landsliðnum leiktu mikukvøldið venjingardyst móti Spania í Boxen í Herning.
Danmark var á odda 16-13 í steðginum. Móti dystarenda var Spania á odda 28-26, men Danmark kom upp á turt og megnaði at knógva javnleik 28-28.
Jóhan skoraði trý mál upp á sjey málroyndir. Mathias Gidsel var við níggju málum toppskjútti hjá Danmark. Emil Nielsen syrgdi fyri 14 bjargingum í danska málinum.
Í samrøðu við TV2 segði landsliðsvenjarin, Nicolai Jacobsen, at danska liðið ikki var heilt í tí HM-forminum, ið hann kundi hugsað sær.
Sunnudagin klokkan 15 spælir Danmark venjingardyst móti Sveis. Mikukvøldið tapti Sveis 28-33 (11-16) fyri Portugal.