info
Ongi úrslit

Lyklakeypini vóru Raggi og Pól og Viljormur

Tveir nýggir uttanfyri vøllin og ein nýggjur á vøllinum hava av álvara víst seg at gera mun á nýggja meistaraliðnum

Jóannes Hansen
31. oktober 2026 kl. 10:56

Í hesi løtu er stákan og fagnaður í NSÍ leguni, nú tað verður fyrireikað at fara út á Svangaskarð at seta punktum fyri hesum árinum. Uttan mun til, hvussu úrslitið verður í dag, so er tað greitt, at NSÍ er føroyameistari, og at FM steyp og gullkrónur seinnapartin vera í viðførinum inn aftur um Rókina.

Eftir kappingarlok í fjør, tá ið NSÍ endaði á triðja plássi við 60 stigum og var 13 stig frá meistaraliðnum KÍ varð tað í NSÍ leiðsluni mett at vera neyðugt at styrkja um hópin – bæði uttanfyri vøllin og á vøllinum.

Í Sosialinum hesa ferð stendur millum annað soleiðis:

Tað var mett neyðugt at finna nýggjan meistaravenjara. Valið varð íslendski Sigurður Ragnar Eyjólfsson. Hóast hann hevur verið meistari í at flúgva undir radaranum, so ivast eingin í, at hann eigur avgerandi týdning í meistaraheitinum. Sjálvur vendir hann fokus aðrar vegir, tá ið hann millum annað sigur um løtuna sunnudagin, tá ið tað á heimavølli ímóti HB endaði 1-1, og tað var greitt, at NSÍ er meistari:

-Eg sá alt liðið vera við í útjavnandi málinum. Eg sá okkum øll á og kring liðið røkka málinum, sum vit settu okkum fyri einum ári síðani, tá ið eingin roknaði við okkum, og eg havi sæð eitt lið, sum ongantíð gav skarvin yvir, og sum nú hevur fingið løn fyri stríðið.

Nýggir spælarar í vár vóru Viljormur Davidsen, Marius Kryger Lindh, Alex Elísson, Tom Amos, Tobias Hestad og Filip Drinic. At Viljormur Davidsen flutti aftur til barndómsfelagið bar við sær, at verjuspælið varð væl støðugari, enn tað hevur verið. Í morgin (í dag) fer hann at spæla landskappingardyst nummar 100 í bestu deildini:

-Tað stóð nógv á eina løtu ímóti HB. Vit løgdu væl fyri og høvdu beinanvegin møguleika at skora. Í fyrra hálvleiki høvdu vit tak á spælinum, men tá ið HB eftir ein tíma legði seg á odda, høvdu teir havt takið fyrsta korterið eftir steðgin. So løgdu vit meiri fyri í álopspartinum, og sum so mangan fyrr í ár, so var tað Petur Knudsen, sum skoraði málið til 1-1, sum vísti seg at vera avgerandi, so vit eru meistarar, áðrenn vit fara út á Toftir, staðfesti Viljormur Davidsen.

Og tað ber til at ímynda sær, hvussu tað hevði tørnað út í ár, um Viljormur heldur enn at flyta aftur til barndómsfelagið gjørdi av at halda fram í HB, har hann spældi í 2023, 2024 og 2025.

Tað ber ikki til at enda gjøgnumgongdina av nýggja meistaraliðnum og ferðini frá niðurflytingini í 2022 og fram til FM heitið í 2026 uttan at nevna mannin undir liðini á meistaravenjaranum. Tá ið Sigurður Ragnar Eyjólfsson kom úr Íslandi og til Runavíkar, kendi hann av góðum grundum ikki so nógv til føroyskan fótbólt, sum føroyingar gera. Tí var tað ógvuliga kærkomin stuðul, sum formaðurin syrgdi fyri, at Raggi fekk, tá ið Pól Thorsteinsson varð hjálparvenjari. Pól spældi í síni tíð 240 landskappingardystir í bestu deildini. Hann var við til at vinna FM við B36 í 2001 og 2005, og burtursæð frá tíðarskeiðnum tíðliga á árinum, tá ið hann var skaddur, so var Pól lyklaspælari, tá ið NSÍ í 2007 vann FM fyri fyrstu ferð. Síðani 2023 og fram til í fjør var hann venjari í FC Suðuroy, og nú hevur hann við sínum dygdum, royndum og innliti verið avgerandi næsti maður hjá Sigurði Ragnar Eyjólfsson.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

20 tímar síðan

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reyði krossur tettir hol í samfelagnum

28 minuttir síðan
Tíðindi

Enn óvist hví ruskbilurin fór á rull

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey harðs­kaps­mál í náttar­lívinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump heldur kortini avlýstu veljarafundirnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja tryggja heilivág og orku í krepputíðum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Skála ÍF hevur eina lítla favorittstøðu - hóast útivøll

5 tímar síðan
Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

11 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

12 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

13 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

13 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

13 tímar síðan