info
Ongi úrslit

Lyfta høv í Vági

Kapping í styrki verður um vikuskiftið

info
Rannvá G. Fossaberg
13. september 2013 kl. 13:23
Í morgin verður landsdystur í styrki í Ítróttarhøllini í Vági. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri hesi kappingini, har tveit føroyingar dystast ímóti tveimum danskarum í styrki.  Sum nakað nýtt verður kappingin í ár hildin í Suðuroy. Føroysku umboðini eru Bogi Hammer og Bjarni Nielsen, sum blivu nummar eitt og tvey í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti 2013. Teir skulu aftur í ár kappast ímóti danskarunum Mikkel Leicht og Nicolai Hansen. Kappast verður í fimm greinum: Farmers walk, tire flip, greb, power stairs og lyfta steinar á platt. Men eisini er ætlanin at hava eina serliga kapping, tá tær fimm greinarnar eru avgreiddar. - Vit hava fingið høv úr Sumba og Hvalba, og er nøkur orka, tá vanliga kappingin er liðug, fara vit at royna okkum við at lyfta hesi høvini, sigur Bogi Hammer, sum umframt at luttaka eisini fyriskipar kappingina. Væntandi tekur kappingin ein góðan tíma. - Fyri at gera eitt sindur eykað burturúr kunnu fólk, sum koma at hyggja, eisini sjálvi royna seg við okkara útgerð og eisini lyfta høvini, sigur Bogi Hammer. Fyrrapartin vitjaðu teir fýra sterku menninir í morgunsendingini á Rás2. Hoyr ta samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini. Landsdysturin í styrki byrjar klokkan 16. í morgin í Vági.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

7 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

4 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

5 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

5 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

6 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

6 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

7 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

8 tímar síðan