info
Ongi úrslit

Magn, Effo og Klivaløkshagin

Bæði orkufeløgini Magn og Effo hava ein grønan profil og eri við i vindmyllulundum sum eru hóskandi staðsettar við atliti til umhvørvi.

Johan Mortensen
31. juli 2024 kl. 13:56

Uppskotið til eina stóra vindmyllulund í Klivaløkshaga  á Sandi er sera illa umhuxað og vil, um tað verður framt, verða herverk á eina av okkara fínastu perlum í Guðs skapanarverki, økið er einastandandi við vakurleika og við einum av ríkastu fuglaøkjum í Føroyum sum serfrøðingurin Silas Olofsson vísir á. Rættast er at alt økið var friðað sum ein tjóðarpark.  Missurin av Klivaløkshaganum vil verða ómetaliga stórur bæði fyri Sandingar og okkum øll sum vit hoyrdu Jóanness Í Miðstovuni bera fram.

Eg heiti á leiðslurnar á Magn og Effo um ikki at bjóða uppá hesa vindmyllulund, tað vil gleða nógvar av teirra kundum sum virðismeta okkara náttúru ella  tað sum enn er eftir av henni. Vit bjarga ikki nátturuna og heimin við at oyða okkara bestu grønu blettar her á landi.

Vit mugu ikki gloyma hvussu Eiðis Kommuna samanvið Fuglafrøðifelagnum nøkur ár herfyri gjørdu manngarð kring vakra økid Millum Tjarna við Eiði og fingu støðgað ætlanini við vindmyllum i økjunum. Eg vóni vit skjott hoyra fra FNÚ og Fuglafrøðifelagnum og teirra stuðul ímóti lundini í Klivaløkshaga.

 

Johan Mortensen

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

1 tími síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

1 tími síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

3 tímar síðan
Tíðindi

Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann stórsigur í EHF European League

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólabýurin í SMS

6 tímar síðan
Fótbóltur

Jákup verður á miðvøllinum

6 tímar síðan