Hetta vikuskiftið spælir liðið hjá Janu Mittún, Viborg tvær sekstandapartsfinalur í EHF European League í BIO Circ høllini í Viborg.
Fyrri dysturin móti serbiska liðnum, Naisa Nis endaði við greiðum 28-19 sigri til Viborg, ið var á odda 18-12 í steðginum.
Jana skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til eitt mál.
Seinni dysturin millum Viborg og Naisa Nis verður leiktur sunnudagin klokkan 15.