Seint í kvøld heitir herurin í Lettlandi á sínar íbúgvar í Ludza-regiónini um at søkja sær skjól innandura.
Ludza-regiónin liggur nærindis Hvítarusslandi, og herurin sigur, at ein "hóttan" er í hvítarussiskum loftrúmi, sum hevur kós móti Baltisku londunum.
Samstundis veit tíðindastovan Reuters at siga, at Nato-flogfør úr Baltisku londunum eru send á veingirnar fyri at fáa greið á, hvør hóttanin er.
Eisini í lettisku marknaðfylkjunum til Hvítarusslands, Augsdaugavas og Kraslavas, eru íbúgvar ávarðir.
Men, her heitir herurin á íbúgvarnar um at vera á varðhaldi í samband við nevndu hóttan móti baltiskum loftrúmi.