Bæði løgmaður og løgtingsformaðurin eru bodnir at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Keypmannahavn í morgin. Løgmaður hevur tó takkað nei, tí hann skal svara munnligum fyrispurningum í Løgtinginum.
Sambært løgmanni kom innbjóðingin seint í gjárkvøldið, og tí var ov stutt tíð at leggja ferðina til rættis.
Hann hevur verið burtur fleiri ferðir, meðan uppgávur hava verið í Løgtinginum, og tað kann hava ávirkað avgerðina hjá honum. Løgmaður hevur eisini avlýst eina aðra uttanlandsferð fyri at røkja arbeiðið heima, sigur hann við in.fo.
Beinir Johannesen sigur, at talan ikki var um ein serstakan fund millum hann og Zelenskyj. Sum skilst skuldi hann vera í rúmi saman við Zelenskyj saman við eini 40 ørðum fólkum, har høvi var at heilsa upp á hann.r.
–Við betri tíð at fyrireika vitjanina hevði borið betur til at lagað arbeiðið í Løgtinginum eftir henni, men hesaferð bar tað ikki til, sigur løgmaður.
Johan Dahl fer
Johan Dahl, løgtingsformaður, hevur hinvegin tikið av innbjóðingini og fer til Keypmannahavnar. Við honum verður Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.
Johan Dahl sigur, at hann er boðin í Fólkatingið at hitta Zelenskyj og vera við til miðmála og prát saman við honum.
Hann metir tað vera ein part av uppgávuni hjá Løgtinginum at vera umboðað við eitt slíkt høvi.
Danska tíðindastovan Ritzau skrivaði í morgun, at umframt at halda røðu í fólkatingssalinum skal Zelenskyj eisini hitta formansskapin í Fólkatinginum, floksleiðarar, formenninar í fólkatingsbólkunum og umboð fyri Grønland og Føroyar.
Ukraina hevur verið í kríggi við Russland síðani 2022, tá russiski forsetin, Vladimir Putin, gav boð um at gera innrás í grannalandið.