Ein dós ella fløska av vanligum øli frá størri bryggjaríum verður væntandi millum 2 og 2,50 krónur dýrari í Rúsuni á nýggjárinum.
Tað er metingin hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við lógaruppskotið hjá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum kemur til fyrstu viðgerð á tingi hósdagin.
Uppskotið hækkar avgjøldini á øl 50 prosent. Samstundis skulu smá, sjálvstøðug bryggjarí fáa ein avgjaldslætta, sum ger, at teirra øl sleppur undan somu príshækking.
Ætlanin er, at broytingin fær gildi 1. januar 2027.
Føroyskt øl kann gerast bíligari
Avgjaldslættin verður ætlaður bryggjaríum, sum framleiða í mesta lagi 3,5 milliónir litrar av øli um árið og eru óheft av øðrum bryggjaríum.
Fyri vanligt øl verður lættin 40 prosent av nýggja avgjaldinum. Tað merkir, at avgjaldið eftir lættan verður lægri enn í dag.
Fíggjarmálaráðið væntar tí, at vanligt øl frá smærri bryggjaríum, teirra millum føroysku bryggjaríunum, kann lækka millum 30 og 50 oyru fyri hvørja dós ella fløsku í Rúsuni.
Fyri sterkt øl verður lættin 33 prosent. Her væntar ráðið í høvuðsheitum óbroyttan prís á øli frá smærru bryggjaríunum.
Prísmetingarnar eru tó treytaðar av millum annað innkeypsprísum og prísásetingini hjá Rúsuni. Talan er sostatt ikki um endaligar søluprísir.
Innflytarar kunnu eisini fáa avgjald afturgoldið fyri øl frá smáum, sjálvstøðugum bryggjaríum í londum, sum Føroyar hava fríhandilssáttmála við.
Føroya Bjór tekur undir við uppskotinum. Bryggjaríið heldur, at tað styrkir kappingarførið hjá smærri framleiðarum, sum ikki hava somu fyrimunir av stórari framleiðslu.
Rúsan og Heilsustýrið finnast at
Rúsdrekkasøla Landsins hevur í hoyringini mælt til at endurhugsa uppskotið og kanna avleiðingarnar betur.
Rúsan stúrir millum annað fyri, at dýrari øl frá stóru bryggjaríunum fer at minka søluna, avmarka úrvalið og skerja vinningin hjá Rúsuni.
Heilsustýrið tekur undir við at hækka avgjaldið, men hevur mælt til at endurskoða lættan til smærri bryggjarí. Stýrið vísir á, at bíligari øl kann økja nýtsluna og mótvirka arbeiðinum at minka um skaðarnar av rúsdrekka.
Eftir hoyringina hevur Fíggjarmálaráðið lækkað markið fyri avgjaldslætta úr fimm niður í 3,5 milliónir litrar um árið. Lættin fyri sterkt øl er eisini minkaður úr 40 niður í 33 prosent.
Tvær milliónir til landskassan
Fíggjarmálaráðið metir, at broytingin samanlagt fer at geva landskassanum umleið tvær milliónir krónur í meirinntøku um árið.
Ráðið væntar ikki stórar broytingar í samlaðu rúsdrekkanýtsluni. Tað viðgongur tó, at eingin neyv kanning er gjørd av, hvussu brúkararnir fara at reagera upp á broyttu prísirnar.