Greinin fer í dýpdina við listaverkunum og lýsir, hvussu Seth fekk íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og søgu. Evni sum barnaár, fráflyting, samleiki og sambandið millum menniskju og náttúru ganga aftur í málningunum.
GraffitiStreet er ein bretskur listamiðil og gallarí, sum hevur lagt dent á street art og samtíðarlist síðani 2014. Og teirra spesiali er verk hjá m.a. Banksy, Invader og STIK.
Tað er gleðiligt at síggja, at listaverkini, sum nú prýða føroyskar bygningar og veggir, eisini vekja áhuga úti í heimi, siga stigtakararnir.
Greinin umrøður eisini We Need Art og ferðina frá trimum ætlaðum málningum til 16 listaverk í 2026.
Les greinina her: https://graffitistreet.com/seth-globepainter-explores-childhood-migration-and-faroese-traditions-in-six-murals/