Avgerðin varð tikin á býráðsfundi hóskvøldið 5. november.
Nýggja skipanin skal fevna um dagstovnarnar Miðgarð, Sóljugarð og Smílikulluna umframt Skúlan á Giljanesi.
Endamálið er at geva øllum børnum í kommununi eitt javnbjóðis matartilboð, har dentur verður lagdur á heilsu, trivnað og góðan kost.
Talan verður í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan í eitt ár.
Skipanin verður fíggjað við foreldragjaldi og av rakstrinum hjá Vága kommunu.
Foreldrini verða í næstum boðin til kunnandi fund um, hvussu skipanin verður sett í verk.