Í Nations League C, bólki 3 er Moldova nú á øðrum plássinum við sjey stigum.
Í okkara bólki vann Moldova 2-1 á Slovakia í Chisinau. Stóra hetjan hjá Moldova var Petru Popescu, ið skoraði bæði málini. Islam Chesnokov skoraði fyri Kasakstan.
Í løtuni - Slovakia og Føroyar spæla í Kosice nú - er støðan tann, at Slovakia er fremst í bólkinum við 10 stigum. Moldova hevur sjey stig, Føroyar hava fýra stig, meðan Kasakstan er aftast við tveimum stigum. Kasakstan kann sostatt ikki røkka øðrum plássinum í bólkinum.
Fær Slovakia stig móti Føroyum vinna teir bólkin.
Fáa Føroyar ikki fult móti Slovakia í kvøld, so mugu okkara vinna á Moldova í dystinum á Tórsvølli mánadagin klokkan 15 fyri at røkka øðrum plássinum í bólkinum.