info
Ongi úrslit

Mikkjal og AIK hava skrivað undir

Hósdagin fer føroyski venjarin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgd av venjingini í Karlberg í Stokholm

Mynd: aik.se
Jóannes Hansen
16. juli 2024 kl. 23:07

So eru formellu viðurskiftini komin upp á pláss, og tað er staðfest, at Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá AIK Stokholm. Besta liðið venur í Karlberg í Stokholm, og hósdagin fer føroyski venjarin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av venjingini.

AIK hevur verið meistari 11 ferðir. Síðsta ferðin, at AIK vann SM, var í 2018. Teir leingjast eftir, at tað aftur skal eydnast at vinna meistaraheitið. Í løtuni er tað lítið ella rættari sagt einki, sum bendir á, at tað í ár fer at eydnast at vinna meistaraheitið.

Eftir 14 umfør er AIK á áttanda plássi við 20 stigum. Malmö FF, sum hevur spælt 15 dystir, er topplið við 35 stigum, og Djurgården, sum eins og AIK er í Stokholm, er næstovast við 31 stigum.

Í gjár vann AIK 2-1 á útivølli ímóti Halmstads BK. Mánakvøldið fara Mikkjal Thomassen og AIK at spæla á útivølli ímóti GAIS, sum hevur 22 stig og er á sjeynda plássi. GAIS er eitt av feløgunum í Göteborg, og felagið eigur heimavøll á Gamla Ullevi. Umframt GAIS eiga  IFK Göteborg og Örgryte IS heimavøll á Gamla Ullevi.

AIK eigur heimavøll á Friends Arena í Solna í Stokholm. Fyrsti heimadysturin hjá AIK við Mikkjali Thomassen sum venjara verður ólavsøkudag, 29. juli, og eisini tá verður mótstøðuliðið GAIS.

 

Á heimasíðuni hjá AIK er í kvøld grein um nýggja venjaran

https://www.aikfotboll.se/nyheter/mikkjal-thomassen-ny-chefstranare-for-aik-fotbolls-herrlag-2024-07-16

 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Jólatræið í Havn tendrað

12 minuttir síðan
Hondbóltur

U17-kvinnurnar taptu fyri Íslandi

13 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

50 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

53 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan