Fyrrverandi bretski prinsurin, Andrew og milliarderurin, Jeffrey Epstein, sáli, sum er dømdur fyri valdsgerðir, eru framvegis í kikaranum hjá løgregluni.
Nú kannar skotska løgreglan eina vitjan hjá teimum báðum á slottinum, Balmoral í Skotlandi.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at sambúgvin hjá Epstein, Ghislaine Maxwell, eisini var við á slottinum.
Skotska løgreglan sigur, at enn er kanningararbeiðið á byrjunarstigi.
- Allar kanningar byggja á prógv, og tað eru offrini, sum eru miðdepilin.
Í einari útsøgn sigur skotska løgreglan, at tey fara ongantíð at vátta smálutir í hesum kanningararbeiði, og tí gera tey heldur ikki fleiri viðmerkingar.
NRK veit at siga, at myndir hjá amerikanska løgmálaráðnum fyrr í ár tyktust at vísa fyrrverandi prinsin nærindis slottinum saman við Jeffrey Epstein.
