info
Ongi úrslit

Kósin er sett – men hvar eru mann­ing­in og skiparin?

Í nýggja heilsupolitikkinum fyri 2026–2035 eru stórar ætlanir fyri kommunulæknaøkið. Vit í Kommunulæknafelagnum fegnast um hesar ætlanir. Vit vilja fegin taka størri ábyrgd og eru ikki bangin fyri at átaka okkum fleiri uppgávur.

Turið Holm Johannessen og Rói á Kósini
30. oktober 2026 kl. 12:17

Kósin er sett, og vit eru til reiðar. Men vit eru stúrin um, hvørt vit hava manningina og leiðsluna, sum skulu til fyri at koma á mál.

Hvar er manningin?

Sambært heilsupolitikkinum skulu vit hava 46 kommunulæknar í 2035. Talið av kommunulæknastørvum skal økjast stigvíst komandi árini. Kortini verða tvey ætlað nýggj størv ikki fíggjað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027.

Samstundis hava vit stórar avbjóðingar við at manna verandi skipan. Í løtuni eru sjey kommunulæknastørv lýst leys, við umsóknarfreist 1. november. Harumframt eru tveir kommunulæknar í langtíðarfarloyvi.

Onkur spyr kanska, hví vit skulu hava fleiri kommunulæknastørv, tá vit ikki hava megnað at manna tey, sum longu eru.

Men her er ein týðandi munur. At manna tey leysu størvini tryggjar, at fleiri borgarar fáa ein fastan kommunulækna. At stovna fleiri størv ger tað møguligt at býta borgararnar millum fleiri læknar.

Eitt av teimum sjey lýstu størvunum er ein nýggj viðtala í Miðvági, har ætlanin er at býta borgararnar úr tveimum verandi viðtalum millum tríggjar læknar. Hetta vísir júst, hví vit hava tørv á fleiri størvum, hóast vit samstundis hava trupulleikar við at manna tey verandi.

Í dag hava kommunulæknarnir nógvar borgarar á sínum listum. Skulu vit í framtíðini eisini taka okkum av fleiri kanningum og viðgerðum, sum í dag verða gjørdar á sjúkrahúsunum, mugu vit hava tíð til tað.

Skulu vit gera meira fyri hvønn borgara, mugu vit hava færri borgarar í part.

Tí mugu vit bæði arbeiða fyri at manna verandi størv og halda fram við stigvísu uppnormeringini. Hetta eru ikki tvær mótstríðandi ætlanir, men tvær fortreytir fyri at fremja heilsupolitikkin.

Men hvør er skiparin?

Fleiri kommunulæknar eru tó ikki nóg mikið í sjálvum sær. Onkur má eisini hava læknafakliga yvirlitið og vera við til at skipa broytingarnar.

Heilsutrygd umsitur kommunulæknaskipanina og Læknavaktina, men hevur ongan læknafakligan stjóra.

Tað er ein trupulleiki longu í dag, tá fleiri kommunulæknaviðtalur verða riknar við avloysarum. Tað krevur læknafakliga vitan at meta um, hvørjir læknar hava neyðugu førleikarnar til at arbeiða sjálvstøðugt, og hvussu góðskan verður tryggjað í viðtalum uttan fastan kommunulækna.

Men tørvurin verður uppaftur størri, tá fleiri uppgávur skulu flytast frá sjúkrahúsunum til kommunulæknarnar.

Hvørjar uppgávur hóska at flyta? Hvørjar eiga framvegis at liggja ella ganga til ambulanta uppfylging á sjúkrahúsunum? Hvørja útgerð, útbúgving og tíð krevja nýggju uppgávurnar? Og hvussu tryggja vit, at broytingarnar verða til gagns fyri sjúklingarnar?

Hetta eru avgerðir, sum krevja læknafakligt innlit.

Ein læknafakligur stjóri í Heilsutrygd skal ikki einsamallur taka hesar avgerðir, men tryggja, at læknafaklig vitan er við, tá ætlanirnar verða lagdar, uppgávurnar raðfestar og broytingarnar settar í verk.

Hetta er heldur ikki eitt nýtt ynski frá Kommunulæknafelagnum. Í heilsupolitikkinum stendur, at kommunulæknarnir eiga at hava læknafakliga leiðslu. Heilsumálaráðið hevur eisini í fleiri ár arbeitt við ætlanum um ein læknafakligan stjóra í Heilsutrygd. Kortini er starvið framvegis hvørki sett ella  lýst leyst.

Fíggjarlógin má fylgja kósini

Vit vita væl, at pengarnir í heilsuverkinum eru avmarkaðir. Júst tí er tað so týdningarmikið at raðfesta rætt.

Tá ein uppgáva verður flutt frá sjúkrahúsinum til kommunulæknan, hvørvur arbeiðið ikki. Tað flytur bara stað. Fylgja tíð, førleikar og neyðugt tilfeingi ikki við, kann tað, sum sær út sum ein sparing á einum øki, gerast ein eyka útreiðsla á einum øðrum.

Vit fegnast um ætlanirnar í heilsupolitikkinum og vilja fegin vera við til at gera tær til veruleika. Men tað krevur, at uppnormeringin heldur fram, og at læknafaklig leiðsla verður sett at samskipa menningina.

Kósin er sett. Nú má fíggjarlógin tryggja bæði manningina og skiparan.

Tí heita vit á politikararnar um at lata fíggjarligu karmarnar fylgja ætlanunum í heilsupolitikkinum.

 

Vegna Kommunulæknafelag Føroya

Turið Holm Johannessen, forkvinna

Rói á Kósini, næstformaður

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Veiðigjald og rettidig omhu

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

53 minuttir síðan
Tíðindi

Heysthugni og livandi tónleikur í Havn

58 minuttir síðan
Tíðindi

15 ára gamal í starvs­venj­ing í Menta­mála­ráð­num

1 tími síðan
Tíðindi

Skotska løgreglan kannar vitjan hjá Andrew og Epstein á Balmoral

1 tími síðan
Tíðindi

Marjun Kálvalíð talar á minningarhaldi

2 tímar síðan
Tíðindi

Magni Christiansen konsert í Løkshøll sunnukvøldið

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór afturgongd hjá Audi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump avlýsir veljarafundir í Kansas og Iowa

3 tímar síðan
Tíðindi

14 dripin í dronuálopi í Etiopia

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava stjórn­ina at stuðla und­ir­sjóv­ar­tunl­um í Hetlandi

5 tímar síðan