- Gleðið tykkum til eitt hugnaligt og lívligt countrykvøld, tá væl kendi føroyski countrysangarin, Magni Christiansen, saman við bólki og gestum, fer á pall í Løkshøll sunnukvøldið hin 1. november klokkan 21.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.
- Við síni eyðkendu rødd og kærleika til countrytónleikin bjóðar Magni okkum eitt kvøld við góðum løgum, kendum klassikarum og ektaðum countrystemningi.
Víst verður á, at Magni í nógv ár hevur verið eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum og hevur givið út eina røð av útgávum.
- Atgongumerkir eru at fáa á heimasíðuni hjá Løkshøll. Kom og njót eitt ordans countrykvøld saman við Magna Christiansen! verður lagt aftrat.